Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heystkonsertin 2025

SKRIVAÐ: Føroya Symfoniorkestur  |  23.09.2025 - 16:33 Tíðindaskriv

Føroya Symfoniorkestur framførir verk eftir Unn Paturson í Løkshøll og í Norðurlandahúsinum

 

 

 

Unn Paturson er fyrsta føroyska kvinna, ið hevur skrivað verk fyri symfoniorkestur. Unn arbeitt við uppgávuni seinastu trí áriri. Hon hevur fingið vegleiðing frá Li Ying, ið ættað úr Taivan, men er búsitandi í Keypmannahavn. Nýskrivaða verkið, ið nevnist ”Útgreiningin”, verður frumframført til heystkonsertina.

 

Gandafloytan overtura 
Gandafloytan var seinasta opera, Mozart (1756-1791) skrivaði, bert fáar mánaðir áðrenn hann andaðist, 35 ára gamal. Tað hátíðarliga og tað fólksliga ganga hond í hond í Gandafloytuni. Mozart var liðugur at skriva stuttu overturuna tveir dagar áðrenn frumframførsluna 30. september 1791 í Theater auf der Wieden í Eysturríki. Søgan er eyðkend og snýr seg um tvey elskandi, ið mugu ferðast gjøgnum eld og vatn, áðrenn tey til endans kunnu vera saman.

 

Útgreiningin 
Unn Patursson (1974) hevur skrivað tónleik í mong ár, tó mest fyri kór men eisini einstøk tónleikaverk til ljóðføri og ensemble. Unn varð í 2022 tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri verkið '1902', framført av bólkinum Kata, har hon sjálv syngur við og eisini stjórnar. Útgreiningin er eitt verk til symfoniorkestur í sjey samanhangandi pørtum. Tað er ein roynd við tónleiki at lýsa ávísar kenslur og sálarligar sinnisstøður í einum meldurkendum tíðarskeiði í lívinum. Partarnir eita 'Farstøð I', 'Skip í mjørkanum I', 'Tyngd', 'Skip í mjørkanum II', 'Sirkus!', 'Gulir gummistyvlar, skvatla í hyljum' og 'Farstøð II'. 

 

”Tann italienska”
Í 1832 heiðraði Royal Philharmonic Society í London unga týska komponistin Felix Mendelssohn Bartholdy (1809-1847) við at geva honum fleiri kompositiónsuppgávur. Eitt av verkunum, hann tá skrivaði, var hansara 4. symfoni, eisini rópt "Tann italienska". Verkið er grundað á upplivingar hjá unga Mendelssohn í Italia í 1830 og 1831. Verkið bleiv frumframført í 1833, og Mendelssohn stjórnaði sjálvur orkestrinum. Hóast verkið ikki bleiv so væl móttikið í fyrstani, so hevur ”Tann italienska” í dag eitt fast pláss á ovastu hill millum klassisku meistaraverkini.

 

Dirigentur: Bernharður Wilkinson (FO/UK)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Edva Jacobsen farin úr Sambands­flokkinum
Áron Exit: Norðoya Sambands­felag um fost…
Samandráttur av Veðurlags­deg­num 2025
26.401 orsøkir til at dagføra fosturtøku…
Granskingarstuðul latin fyri 3 milliónir…
Við Tóru og Siggu og Sáru inn í góðu søg…
Føroysk ryssa vitjar skúlan á Giljanesi…
Heyst­konsertin 2025
Abort.fo: Lóggávan skal loyva fría abort…
Hagtøl á Kalsoyar­leiðin jan-aug 2025
"Komið øll við" aftur í næstu viku
Kvettroynd í Løgtinginum
Verður arbeitt við dintlinum fyri ?
Nú fáa vit fleiri túrar við 401
60+ kvøldini byrja aftur í Tronganum
Andras Joensen 80 ár
Nú skal seinasti brikkurin leggjast
At loysa snýr seg ikki um at slíta, men…
Sólja hevur skotið KÍ til sigurs
Telvingin byrjar aftur!