Við Tóru og Siggu og Sáru inn í góðu søguna
Í hesum døgum verður bók borin út á allar dagstovnar í Føroyum. Saman við bókini er bóklingur um samrøðulesing lagdur, sum skal eggja starvsfólkum á dagstovnunum at samrøða við børnini um bókina.
Saman við Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur Føroyar lesa út bókina Tóra og Sigga og Sára saman við eini samrøðuvegleiðing. Bókin er sera væl egnað samrøðulesibók at tosa um vinaløg – heima og í barnagarðinum. Allir dagstovnar í Føroyum, sum hava børn í barnagarðsaldri, fáa tvey eintøk av bókini ókeypis saman við vegleiðingini.
Endamálið við samrøðulesing er, at barnið er virkið í lesingini og luttekur saman við upplesaranum, og at tey saman tosa um myndir, tekst og orð. Ágóðarnir við samrøðulesing eru eitt nú, at barnið:
- hoyrir ljóðini í orðunum
- fær eina fatan av, hvussu ljóð og orð eru bygd upp
- hoyrir nýggj orð, fyribrigdi og hugtøk
- verður varugt við skriftmálið
- fær nærveru og uppmerksemi frá einum vaksnum
- og sjálvandi hoyrir eina góða søgu
Lesiløtan styrkir tískil bæði mál, kognitivu førleikarnar, so sum minni og uppmerksemi, og trivnaðin og hugsavnanina. Tað týdningarmesta er ikki, hvussu leingi tú lesur, men hvussu tú lesur. Sjálvt lítil børn undir eitt ár hava gagn av lesiløtuni.
Tóra og Sigga og Sára er dømi um góða samrøðubók ætlað børnum í aldrinum 3-6 ár. Í vegleiðingini eru góð ráð um, hvussu tú kanst fáa eina góða lesiløtu saman við børnunum. Hesi hugskotini og hátturin at lesa uppá kann nýtast í nógvum øðrum bókum, og hetta er bara íblástur til, hvussu vit kunnu lesa við børnum. Vegleiðingin kann eisini takast niður her.
Marie Norin og Emma Adbåge hava skrivað bókina, og Sissal M. Rasmussen hevur skrivað bóklingin til samrøðulesingina.