Lýsing
Lýsing
Áron Exit: Norðoya Sambandsfelag um fosturtøkumálið?
Vit hava biði um eina viðmerking frá forkvinnuni í Norðoya Sambandsfelag, nú Áron Vest hevur tikið seg úr flokkinum orsakað av, at sambandstingkvinnan Eyðdis Hartman Niclasen er ein av uppskotsstillarunum til fosturtøkumálið, ið júst er lagt fyri løgtingið
Í gjár skrivaði Norðlýsið, at Áron Vest hevði tikið seg úr Sambandsflokkinum, tí at hann ikki kundi liva við at ein tingkvinna úr Sambandflokkinum er uppskotsstillari til málið um fosturtøku.
Hanna Ovadóttir er forkvinna í Norðoya Sambandsfelag og vit spurdu hana um hvørja viðmerking hon hevur til málið.
"Eg havi onga viðmerking til málið" var stutta og greiða svarið frá forkvinnuni í Norðoya Sambandsfelag .
Seinastu tíðindini