Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Konfliktlinjan millum miðstað og útjaðara varð dúgliga viðgjørd í kringvarpskjaki í mars 2018. Konfliktlinjan er ikki nýggj, men hon er blivin meira og meira sjónlig, síðan vit fingu eitt valdømi | Mynd: kvf.fo

Ælabogalitt valstríð millum miðstað og útjaðara

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.02.2019 - 08:35 Leiðarin Mentan Politikkur

Tórbjørn Jacobsen róði í Degi og viku hóskvøldið fram undir, at ósemjan um at loyva Sonju Jógvansdóttir uppí tingbólkin hjá Tjóðveldi hevur við konfliktlinjuna millum útjaðaran og miðstaðin í Føroyum at gera. At síggja til hevur hon eisini við vinstra og “høgra” í Tjóðveldi at gera.

Tey meira borgarligu í Tjóðveldi vendu tumlinum niðureftir. Magni Arge, Kristina Háfoss, Bjørt Samuelsen, Annita á Fríðriksmørk og Pauli Trond Petersen, eins og útjaðaratingfólkini Páll á Reynatúgvu og Óluva Klettskarð atkvøddu ímóti, at Sonja Jógvansdóttir varð upptikin í tingbólkin alt fyri eitt. Tann meira reyði vongurin í flokkinum, Høgni Hoydal, Katrin Kallsberg, Ingolf S. Olsen og Sirið Stenberg vóru fyri. Merkisvert er, at bæði formaðurin og næstforkvinnan sostatt komu í minniluta.

Síðani Føroyar fingu eitt valdømi, hevur tvídrátturin millum útjaðara og miðstað verið settur uppá spíssin. Munurin hevur ikki bert verið geografiskur, men eisini hugsjónarligur. Meðan útjaðarin er meira borgarligur og (vinnuliga) liberalur, er miðstaðurin meira sosialistiskur. Bláu flokkarnir hava meirilutan í útjaðaranum, meðan teir reyðu eiga Suðurstreymoy.

Men sum við Yin og Yang, so eru ávís element av yin í yang, og av yang í yin. Havnarmaðurin Magni Arge er meira borgarligur, meðan suðuroyingurin Sirið Stenberg er meira sosialistisk.

Í spenningsfeltinum millum útjaðaran og miðstaðarøkið liggur Eysturoyggin. Hon liggur mitt ímillum fólkafloksháborgina Klaksvík og nýggju javnaðarborgina Tórshavn. Og hon hevur eisini útmerkað seg við at senda umboð fyri allar 7 flokkarnar á ting. Eysturoyggin er ein góð blanding av borgarligum og sosialistiskum, av útjaðara og miðstaði, og av átrúnaði og liberalismu. Tað verða sostatt valfeløg í Eysturoynni, ið stilla bæði Jógvan á Lakjuni og Sonju Jógvansdóttir upp til komandi val.

Valstríðið er byrjað, og á netmiðlunum eru føroysku fólkatingslimirnir báðir farnir at munnhøggast um, hvør av teirra flokkum er mest sambandskur. Tað tykist vera her, at seinastu leivdirnar av gomlu konfliktlinjuni, loysing-samband, enn liva. Løgtingsvalstríðið fer neyvan at handla um hendan “stórviðin”, fyri at brúka orðini hjá Tórbirni Jacobsen, men um fiskivinnu, samferðslukervi og møguliga bústaðarneyð. Og um útjaðara og miðstað. Fólkatingsvalstríðið verður sum vant, um loysing/samband.

Sum ketta úr høvdatrogi koma nú stór projekt, eisini frá heilt øðrum enn politikarum og valevnum. Gamla málið um flogvøll á Glyvursnesi er grivið fram aftur í nýggju Samferðsluætlanini, eins og brúgv til Skúvoyar fyri 1,6 milliard. Tórshavnar Kommuna arbeiðir við at fáa Mentamálaráðið til at gera ein heilsuskúla afturat í Tórshavn, og Suðuroyggin er sum vera man á gosi um tað.

Á Tvøroyri stríðist borgarstjórin sítt stríð við at halda fast um bæði borgarstjórasess og løgtingssess. Nakað sum borgarstjórarnir í Havn og Klaksvík væl sleppa at røkja samstundis, um teir vilja. Tí hetta við borgarstjórum á ting var eitt aftursvar frá útjaðaranum uppá eitt valdømi. Fólkið vil umboðast lokalt, og hevur tað ikki valdømi at tryggja sær tað, er tað næst-tryggasta at velja kommunalpolitikarar í Løgtingið.

Sostatt er lagt í pottin til, at meðan Sjúrður og Magni hava tikið fullveldismálið niður á Danating, fer løgtingsvalið hinvegin fyrst og fremst at snúgva seg um borgarliga útjaðaran mótvegis sosialistiska miðstaðarøkinum. Tað er ein konfliktlinja, sum ikki hevur so greið mørk, og vit kunnu ikki vænta eitt svart/hvítt valstríð til Løgtingið, men eitt meira litríkt og fleirdimensionelt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Fjølbroytt sangmøtirøð í Lívdini
Íverksetaranetverkið góða byrjan
Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Politiið ávarar um vandamikið rúsevni
Søk inn á gymnasialt miðnám og yrkisútbú…
Næmingar fáa løn undir útbúgving
Búnaðarstevnan í Varpinum leygar­dagin
Løgmaður á trygdar­ráð­stevnu í Týsklandi
Stuðlar tú Norð­lýsi­num, stuðlar tú Norðo…
Mjølnir vann 3-1 á skjótt fyrrver­andi fø…
Lýsing