Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bill Justinussen hevur gjørt greitt, at atkvøðir Johan Dahl fyri andstøðuuppskotinum um barsilsskipanina, so er ongin samgonga. Men Johan Dahl er hvørki til at høgga ella stinga í. | Mynd: kvf.fo

Hvat nú?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.01.2021 - 22:15 Leiðarin Politikkur

Føroyar eru í eini bíðistøðu. Øll eygu eru vend móti Johan Dahl. Mitt meðan stórmálið tunlar Norður um Fjall fyri meira enn ½ milliard verður samtykt, er eitt annað mál fyri í Løgtinginum, ið kann gera, at samgongan syndrast. Og tað setir eina rúgvu av øðrum verkætlanum hjá samgonguni í vanda. Serliga er tað Miðflokkurin, ið hvassliga finnist at arbeiðsmátanum hjá Johan Dahl.

Á tíðindafundinum 14. september 2019, tá samgonguskjalið varð undirskrivað, gjørdi løgmaður og formaðurin í Sambandsflokkinum greitt, at øll samgongan skal vera samd, um atkvøðast skal fyri uppskotum frá andstøðuni. Er ósemja í samgonguni um uppskotið, skal tað fellast. Orsøkin til hetta eru tær tiltiknu “leysu kanónirnar”, t.e. tingfólk, ið atkvøða í sjálvdrátti og harvið skapa rumbul og illstøður innanhýsis í samgonguni.

Tað hevur ikki kyrt Johan Dahl, sum undirritaði annars var inni á í greining í Dagur og Viku mánakvøldi, at løgmaður hevur lovað at komið við einum líknandi uppskoti sum tað, ið er fyri; Johan Dahl er í meirilutanum í nevndini, ið hevur viðgjørt uppskotið, saman við andstøðuumboðunum í nevndini. Tveir fólkafloksmenn, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen, eru við í somu nevnd, men ímóti og í minniluta.

Dúgliga verður gitt um, hvør næsti leikur er. Tey flestu peika á Kristin Michelsen sum bjargingarmannin hjá samgonguni, men øll eru tey samd um, at hann fer at krevja okkurt afturfyri. Neyvan vil hann hava ein landsstýrissess, tí so noyðist hann at leggja borgarstjórasessin frá sær, og tann sessurin er honum kærastur, vita øll, ið hava fylgt við. Men aðrir møguleikar eru eisini. Nakrar milliónir til forkanningar av Suðuroyartunnilinum, ella onkra verkætlan í Suðuroynni kanska? Jógvan Skorheim er ein møguleiki til landsstýrismann fyri Sjálvsstýrisflokkin. 

Umskipan av samgonguni uttan um Sjálvstýri ber neyvan til. Øll andstøðan, minus møguliga Sjálvstýrið, er samd um hetta uppskotið, so tað hevði onki broytt. Kringvarpið var eftir Anniku Olsen og spurdi um hennara meining, men hon var rættiliga avgjørd og segði, at hon bíðaði eftir uppskotinum frá løgmanni. Annika Olsen er varafólk og er tí løtt at seta á síðulinjuna, gongur hon ikki í takt.

At ekskludera Johan Dahl úr Sambandsflokkinum hjálpir onki. Hann er fólkavaldur og ikki varamaður, og tí verður hann verðandi í tinginum óansæð – og fer sum uttanflokkatingmaður eisini at kunna atkvøða frítt, herundir ímóti samgonguuppskotum restina av valskeiðinum. Tann møguleikin er tí ikki hugsandi.

Seinasti útvegurin er nýval, men støðan er júst tann sama sum seinasta valskeið. Tann leysa kanónin situr aftur í løgmannsflokkinum og fylgir tí við. Sambandsflokkurin hevur heldur ikki momentum í løtuni. Tað er fyrst og fremst Fólkaflokkurin, ið hevur fingið sítt ígjøgnum, serliga fiskivinnuna, men eisini tunlar Norður um Fjall. Sambandsflokkurin hevur bert fingið CPR-nummarið ígjøgnum, meðan eitt nú viðgerðartrygdin, gongdin í haga og kontantlógin ikki eru komnar serliga langt enn.

Støðan er sostatt rættiliga spent, nú vit eru vitni til ta fyrstu størru samgongukreppuna hjá ABH-flokkunum. Tað mest sannlíka er, at samgongan og Sjálvstýrið finna eina loysn, men hetta er treytað av, hvat Kristin Michelsen sigur – og krevur. Vil hann ikki vera við til tað, er spurningurin, um samgongan í heila tikið yvirlivir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð