Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Janus Hansen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.11.2024 - 21:06 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum nú stendur fyri framman, fer ættin at liggja millum útsynning og vestan. Ongantíð lítil vindur, men næstan alla tíðina eitt frískt lot ella meir. Fram ímóti vikuskiftinum meira vindur – upp í skrið onkra løtu.

Orsøkin er eitt hátrýst, sum liggur yvir bretsku oyggjunum, og hvussu lágtrýstini eru stýrd norður um lágtrýstið. Fleiri dagar lítið ella einki avfall, men eini 2 brúgvaløg við samregni kunnu vit rokna við fara framvið í vikuni – tað verður týsdagin og fríggjadagin.

Hitlagið eitt sindur lægri, enn vit sóu í brátt farnu viku, men tó als ikki kalt, tá ið hugsað verður um árstíðina. Í vikuskiftinum fer at vera kalt og helst kavi, og tað byrjar seinnapartin fríggjadagin ella um kvøldið.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Um náttin 10 til 15 m/s av vestri, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin minkandi vindur og ættin fer niður í útsynning. Á middegi eru 5 til 10 m/s. Um kvøldið veksur vindurin aftur upp í 10 til 15 m/s, sum frálíður samdrigið, men framvegis yvirhøvur turt. Hitin 8 til 11 stig.  

Týsdagin:

Fyrrapartin 8 til 13 m/s av útsynning, samdrigið og yvirhøvur turt. Út á seinnapartin veksandi upp í 10 til 15 m/s, og sum frálíður fer at regna. Seint um kvøldið slítur í, ættin fer upp í vestan, og vindurin minkar niður í 8 til 13 m/s. Hitin 7 til 11 stig.  

Mikudagin:

10 til 15 m/s vestaneftir, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Seint seinnapartin og um kvøldið minni vindur, 8 til 13 m/s. Hitin 6 til 10 stig.  

Hósdagin:

Um náttina og fyrrapartin 8 til 13 m/s av vestri, seinni av útsynningi, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 7 til 11 stig.

Fríggjadagin:

Veksandi vindur av útsynningi um náttina upp í 13 til 18 m/s, samdrigið og ælaveður. Fyrrapartin ongur hann upp í vestan, tað verður samdrigið og regn. Seinnapartin hækkar hann upp í útnyrðing, smáskýggjað og ælaveður við bæði regni og vátakava ella kava. Hitin fer upp í 10 stig, áðrenn útnyrðingin, men fer niður í 2 stig um kvøldið og náttina.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia fer eftir at fáa ES-stuðul til la…
Almen kvøldseta á Miðnámi á Kambsdali
Bigge heilsaði uppá Pernille Brandenborg
Myndarøð: Kvinnulands­liðið vitjaði Kjølb…
Marknaðardagur á Fossánesi
Jóla­trøini
Tvey bløð hjá Norð­lýsi­num til jóla
Birita tekur sæti á tingi
Dialysuviðgerð átti at verði sett á stov…
Anfinn í Toft: Her skulu vit øll tíma at…
Filmurin Missir í Havnar Bio leygar­dagin
Tí tók eg ikki av tilboðnum um borgarstj…
Nýggj ráðgeving undir ÍSF
Eystur­kommuna hevur skipað seg
Órímiligt at enn einaferð leggja eftir f…
Onki parkerings­hús hesa býráðssetuna
Mercedis: Hví skulu vit vera tænarar hjá…
A-Landsliðið hjá kvinnum venja í Klaksví…
John Høj 95 ár
Annika S. Biskopstø: Matpakkin skal í sø…