Trump og muslimar
Nú hava veljararnir í USA gjørt av hvør forseti skal stýra komandi fýra árini. Trump vann á Harris.
Í sigursrøðu síni takkaði Trump teimum, sum høvdu valt seg. Her nevndi hann eisini muslimar.
Nú liggja tølini av alskyns meiningarkanningum frammi, og tað vísir seg, at tá Trump tapti valið í 2020 fekk hann næstan ongar atkvøður frá muslimun, men nú er vent í holini. Høvuðsvaldømið hjá muslimum er býurin Dearborn í deilstatinum Michigan. Har bjóðaðu teir bæði Harris og Trump at koma á fund. Harris sýtti, men Trump kom og helt ein av teimum síðstu valfundinum har. Boðskapurin var, at hann vildi hava frið í Miðeystri. Tað segði Harris einki um, og Trump vann Michigan við 80.618 atkvøðum. Av teimum vóru 50.332 kring Dearborn
Sjálvandi er eingin trygd fyri at tað eydnast Trump at fáa gjørt enda á øllum teimum kríggjum, sum mótstøðumenn hansara hava íbirt, tí hann hevur nógv at takast við.
Men vit kunnu ið hvussu er minnast til, at hann í fyrra forsetaskeiði sínum bjóðaði Danmark at keypa Grønland. Hetta mál hevur verið umrøtt í valorrustuni og nertir eisini við okkum, tí Grønland og Føroyar eru eitt ríki. Hóvar tað Danmark at selja Grønland til USA, fylgja Føroyar við.
Øll orsøk er tí hjá okkum at ansa væl eftir tí, sum hendir á uttanríkispolitiska pallinum.
Zakarias Wang