Stórt FM hjá Ægi – Lea O. Højsted trý føroysk met
Um vikuskiftið var FM fyri seniorar og juniorar á stuttgeil hildið í spildurnýggja hylinum í Gundadali. Ægir hevði eina framúr góða kapping við m.a trimum einstaklingametum.
Sum vant, var FM á stuttgeil hildið í svimjihøllini í Gundadali, tó hesuferð í spildurnýggja 50 m. hylinum, sum til høvið var býttur í tveir 25 m. hyljar.
Lea O. Højsted setti føroyskt met í bringu á øllum teinum. Hon átti sjálv metini á 100 m. og 200 m., men Ásbjørg Hjelm hevði metið á 50 m. teininum við einum 9 ára gomlum meti. Lea hevur frammanundan verið tætt við tíðina hjá Ásbjørg nakrar ferðir, eitt nú á Ægir Open í oktober, so spenningurin var í høllini til avgerðandi finaluna.
Tíðin á talvuni vísti 32.64, tá Lea tók kantin og harvið 9 ára gamla metið hjá Ásbjørg Hjelm (32.70), sum sjálv var í høllini.
Hini bæði metini, sum Lea sjálv átti undan kappingini, forbetraði hon við einum sekundi í 100 m. við tíðini 1:10.57 (1:11.47). Og á 200 m. tók hon knøpp 2 sekund av egna metinum við tíðini 2:33.17 (2:34.89).
Tað er sjáldsamt, at øll trý bringumetini hjá kvinnum á stuttgeil, verða tikin í eini og somu kapping – til lukku við tí.