Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hoyr kannar títtleikan av tinnitus í Føroyum.

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.01.2025 - 18:46 Tíðindi

Hoyr arbeiðir í hesum døgum við at gera eina spurnarkanning um tinnitus.

 

 

- Vit hava onga vitan ella hagtøl um tinnitus í Føroyum, ella um, hvussu tað ávirkar arbeiðslív og arbeiðsmøguleikar hjá fólki við tinnitus. Heldur ikki vita vit, um tað eru serligir yrkisbólkar, sum eru meiri útsettir enn aðrir fyri at fáa tinnitus. Her verður serliga hugsað um tey, sum arbeiða í nógvum gangi, t.d. maskinfólk á sjógvi og landi, tónleikarar, námsfrøðingar o.s.fr. Ongar kanningar av hesum slag eru gjørdar í Føroyum áður. Tí verður hendan tann fyrsta av sínum slag.

Fyri at kanningin skal geva eina rætta mynd av støðuni í Føroum, hevur tað týdning, at øll svara, eisini tey, ið ikki hava tinnitus.

Við at svara spurnarblaðnum ert tú við í kappingini har vit burturluta 4 gávukort á kr. 1.000, - frá FK.

Spurnarblaðið liggur á hoyr.fo og á Facebooksíðuni hjá Hoyr.

Umframt tey 4 gávukortini ið vera burturluta umvegis svar av spurnarblað, vilja vit eisini burturluta 1 gávukort á kr. 1.000, - frá FK, millum tey ið viðmerkja "Fyrsta tinnitus kanning í Føroyum" í viðmerkingarteigin undir Hoyr á Facebook

 Vinnarnir vera funnir sunnudagin 26. januar.

Leinkja til spurnablað:

https://docs.google.com/forms/d/e/1FAIpQLSc57GVC1T1wPrdhKs2HZ8XRPxzLxe3sKIhxgwpRz0CMRLVMdQ/viewform?usp=sf_link

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Møtirøð um evnið útveljing – í Betesda k…
KÍ kvinnur­nar venja hart
Hoyr kannar títtleikan av tinnitus í Før…
Talvkapping á Eiði spreingir mørk
Stórsigur til Stjørnuna í móti VB
Myndarøð: KÍ-NSÍ spældu 1-1 í fyrsta ven…
Stuttleika kapping og hugni
Elmarknaðu­rin verður ikki ein samhaldsfø…
SEV: Sel óbrúkta streymin til skipini
KÍ fær vitjan av NSÍ
Stjørnan tekur ímót VB leygar­dagin
Stór seiðatorva innast á Vágni
Veðrið um vikuskiftið
Allar prostatas­kann­ingar verða nú gjørda…
Jesper Theilgaard á Torradøgunum
Filmur: Søgur úr fuglahúsinum
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin…
Ben Lamin til KÍ
Nógvur vindur í nátt og morgin ári
Royn Special Olympics ítrótt í Klaksvík