Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg havi boða formansskapinum frá at málið er klárt til at verða handað løgtinginum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  20.04.2018 - 09:23 Politikkur Tíðindi Vinna

Kristina Samuelsen, sum løgtingið setti at kannað hvussu landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevur umsitið lóg um Vinnuligan fiskiskap, og Føroya Løgmaður, Aksel V. Jóhannesen, hevur røkt sína eftirlitsskyldu sambært stýrisskipanini, sigur at hon hevur boða formansskapinum í løgtinginum frá, at kanningin er klár til at verða handað løgtinginum, men hon hevur einki frætt síðani.

MYNDATXT: Kanningarstjóri var settur eftir at tað kom fram at heimastýrið í tveimum føri hevði givið líniskipinum Helenu, sum í mong ár hevur ligið og rusta við bryggjuna niðanfyri pisshúsið úti í Gomlu Klaksvíkini, part av makreltilfeinginum og harafturat hevði góðtikið at uppisjóvarskipið Slættaberg fiskaði við rættindunum hjá Helenu. Telduposta samskifti avdúkaði at landstýrismaðurin persónliga varð kunnaður av VØRN, júst sum hann sjálvur hevði givið fiskimálaráðnum og VØRN boð um.

---------------

- Eg fekk hoyringssvar frá Løgmanni og Landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum fyrradagin og eg boðaði formannskapinum frá at frágreiðingin var klár til at handa løgtinginum í gjár. Men síðani havi eg einki frætt.

- Eg kann ikki sigað nakað um kanningina sjálva fyrr enn úrslitið er alment, men eg havi lagt stóra orku í at gera kanningina lidna áðrenn tingið fór í summarfrí. Kanningararbeiði og frágreiðingin er rættiliga umfatandi og eg má siga sum er, at eg eri eitt sindur bilsin av at málið varð so komplext, sum tað vísti seg at verða, sigur Kristina Samuelsen.

 

Einaferð í næstu- ella aðru viku

Jonhard Klettsheygg, stjóri í løgtingsumsitingini, sigur í morgun at hann í løtuni ikki dugur at meta um nær málið er klárt at lata almenninginum.

- Fyrst skal frágreiðingin prentast, so eg dugi ikki í løtuni at meta um tað verður klárt at lata almenninginum í næstu- ella aðru viku, sigur hann í stuttari viðmerking í morgun.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Júst 13 ár síðan rennisjógvur var í Klak…
Hesir vóru til lands í Íslandi um ár 190…
Ræðuherferðin hjá Sambands­flokki­num í fu…
Starvs­felagið: Fimm valevni til nevndina
Torradagar: Heimurin á einum vegamóti
Tilnevn­ingar til ÍtróttaNAVNIÐ 2025
Andras Nolsøe vitjar Norðlýsið
Kunning um parkeringsviðurskifti við Kla…
Nýtt vinnunetverk stovnað í Klaksvík
Klakkur landar 185 tons
Sloans Savn letur upp og minnisvarði ver…
Klaksvíkar Sjúkra­hús, stovnað 1898 – 128…
Hugnaløta um gomlu Klaksvíkar kirkju
Lat okkum seta hol á eina Føroyska rúmda…
KÍ og HB í stórsteypadystum
Tiltøk í Havn og Klaksvík: Hvat kunnu Fø…
“Til havnar vit fara”... á kvæðastevnu
Jóannes Bjartalíð fingið nýtt lið
Torradagar nærkast
Verður skannarin gagnnýttur til alt tað…