Býráðsleiðslan heldur seg ikki til býráðssamtyktir
Gunvá við Keldu, býráðslimur, sigur at full semja er um stóru linjurnar og íløgurnar, sum settar eru út í korti. Stóri trupulleikin er at samtyktirnar hjá býráðnum verða ikki fylgdar og óheimilaða nýtslan, kemur av vantandi stýring og vantandi planlegging. Seinkingar og eykakostnaðir gera at íløgurnar koma upp í røkur
Gunvá við Keldu, sum er partur av minnilutanum í Klaksvíkar Kommunu umboðandi Fólkaflokkin, sigur at tað als ikki er nøktandi at býráðsleiðslan ikki hevur stýr á stóru verkætlanunum sum eru í miðbýnum.
- Tá ið vit sótu við leiðsluni, valdi býráði politiskar fylgibólkar at fylgja neyvt við og hava eftirlit við størru verkætlanum. Men hesum hevur núverandi býráðsleiðsla slept, so í dag er tað í veruleikanum einans borgarstjórin, sum hevur møguleika at fylgja við dagligu gongdini í ymisku verkætlanunum. Tá vit sótu í meirilutanum bygdu vit bæði Skúlan við Ósánna og Heimið við Vágna og hildu bæði tíðarætlan og kostnað.
- Í februar mánaði í ár varð býráðið kunnað um, at tað fyrilá ein meirnýtsla frá 2017 á 6 mió. kr. í sambandi við verkætlanina í miðbýnum. Sagt varð at arbeiði hevði gingið skjótari enn vantað, og varð henda meirnýtsla staðfest uttan aðra viðgerð. Tá bað eg um at fáa eitt fíggjaryvirlit fyri bæði miðbýarverkætlanina og verkætlanina av sjóhitanum, fyri at fáa upplýst hvussu gongdin í hesum verkætlanum var. Hetta yvirlit, sum vísti stóra ovurnýtslu á báðum verkætlanum, fingu vit síðst í august, tvs. meir enn fýra mánaðar eftir. Enn einaferð var hetta einans ein kunning, uttan viðgerð.
- Í vikuskiftinum kundu vit so lesa í Norðlýsinum at í ár (2018) verða slakar 15 milliónir brúktar ov nógv í miðbýnum og eisini skal kommunan finna fígging í sambandi við niðastu hædd í íbúðarhúsinum hjá Bústaðir.
- Tá ið verkætlanin Miðbýur fór ígongd, varð 1. byggistig av uttanumøkinum kostnaðarmett til 23 mió. kr.. Heldur ikki her er nøkur viðgerð verið í býráðnum, nú fortreytirnar fyri hesi verkætlan sýnast nógv broyttar og brúkt er væl meira av peningi, enn heimild er fyri í inniverandi ári. Vit vita heldur ikki hvussu man ætlar at fíggja ovurnýtsluna. Um ætlanin er at flyta millum konti á íløgusíðuni ella fremja sparingar á øðrum økjum, so er neyðugt at okkurt hendir skjótt.
- Í Norðlýsinum í gjár boðar borgarstjórin frá at hann umhugsar at taka lán fyri at fíggja ovurnýtsluna. Kann ikki siga annað, enn at tað er sera illa arbeitt, at vit í tíðum við metinntøkum ikki megna at planleggja arbeiði soleiðis, at kommunan sleppur undan at taka lán. Samstundis sum býráðsmeirilutin hugsar um lántøku síggja vit, at lánibyrðan er á sama støði, sum tá ið vit sleptu í 2012, hóast inntøkurnar hava sett met ferð eftir ferð. Somuleiðis síggja vit eisini, at raksturin bara uppá tvey ár er vaksin við 10 mió. kr., frá 2017 til fíggjarætlanina fyri 2019.
Ruðuleiki í grøna politikkinum.
- Hyggja vit í fíggjarætlanina fyri 2018 so hevur býráðið innroknað sparingar í oljunýtsluni á kommunalu bygningunum ið skulu íbindast sjóhitaskipanina, sum eftir ætlan skuldi takast í nýtslu í hesum árinum. Her manglar peningur eisini í, tí sjóhitaskipanin ikki enn er tikin í nýtslu.
- Hyggja vit so eftir grøna politikkinum, sum býráðsmeirilutin hevur sagt hevur høga raðfesting, so er peningur tikin frá spillivatnsætlanini og brúkt til sjóhitaskipanina.
- Hetta merkir so aftur, at spillivatnsætlanin, har arbeiðið skuldi verið komið á mál í 2020, ikki verður endaliga liðug fyrrenn í 2025. Hetta mál er eisini framt, uttan at býráðið hevur verið við í viðgerðini. Í juni mánaða skrivaði eg til borgarstjóran og bað um at fáa hetta mál lagt fyri býráðið, men enn havi eg onki frætt.
- Hóast nógvur peningur er brúktur, so er ilt at fáa upplýst endaliga kostnaðin av sjóhitaskipanini, uttan tað at hon í 2019 kemur at kosta 14 milliónir og at meiri peningur skal játtast fyri at hon skal virka eftir ætlan. Upprunaliga varð eitt tal á 6. mió. kr. brúkt.
- Tað er umráðandi at tær samtyktir, ið gjørdar verða í býráðnum, eisini verða hildnar og um broytingar, sum vit hava sæð í t.d. spillivatnsætlanini ella ovurnýtsluni í miðbýnum og sjóhitaskipanini, verða gjørdar, at hetta so verður lagt fyri býráðið. Vildi hildið at slíkar avgerðir eiga at vera viðgjørdar opið og saman við øllum býráðnum, sum jú hevur staðið saman um verkætlanirnar frá fystan tíð. Nú veit eg ikki um borgarstjórin heldur at tað er nóg mikið bert at avtala hetta saman við býráðsmeirilutanum. Sum Beinir Johannesen vísti á í grein síni herfyri, so kann tykjast, at sitandi býráðsmeiriluti fer ov lætt um fólkaræðið.
- Hvussu ovurnýtslan skal fíggjast vita vit einki um uttan tað vit lesa í Norðlýsinum, at borgarstjórin ætlar at taka lán. Tað haldi eg als ikki verða nøkur góð loysn fyri borgarnar í kommununi.