Eldraøkið skal raðfestast
Smílið hjá heilsustarvsfólkunum skal eisini vera á kontórinum, kaffistovuni og í vaktarskiftinum
Øll hava uppiborið góð ellisár.
Brúkarin skal verða settur í fremstu røð. Okkara eldru hava uppiborið bestu røktina ein kann fáa.
Hvør skal veita hesa røktina?
Starvsfólkini á eldraøkinum eru gullverd. Eitt krevjandi starv, við lágari løn.
Starvsfólk mangla allastaðni, men hvør tímur, tá ið arbeiðsuppgávan er ov strævin og ov hørð.
Umstøðurnar hjá brúkaranum og starvsfólkunum mugu raðfestast
Normeringin á eldraøkinum, má raðfestast. Hjálpitól mugu raðfestast. Starvsfólkið skal hava tíð til røkt og nærveru.
Tí er tað umráðandi, at starvsfólkið á gólvinum verður hoyrt. Eg vil virka til, at gott samarbeiði skal vera millum starvsfólkið og kommununa. Starvsfólkið veit best, hvussu arbeiðsumstøðurnar skulu vera og hvat brúkarin og starvsfólkið hevur tørv á.
Stress, sjúkrameldingar o.a kann koma fyri. Hetta kann koma av, at starvsfólkið hevur ringt við at fáa dagin at røkka, bæði í mun til tíð og eisini við tungum arbeiði.
Serkøn fólk innan hjálpitól skulu inn í bústovnin at vegleiga starvsfólkini. Frálæring skal gevast til øll starvsfólk. Dagligdagurin skal gerast lættari - Smílið hjá starvsfólkunum skal eisini vera inni á kontórinum, kaffistovuni og í vaktarskftinum.
Starvsfólkið skal hava ein rødd. Samskiftið millum starvsfólk og kommunu skal raðfestast.
Hóast tað kann verða dýrt fyri kommununa at fáa fleiri starvsfólk inn, so má hetta koma í fremstu røð.
Hvør skal passa okkum, tá ið vit verða gomul?
Virðið okkara eldru, virðið starvsfólkini, virðið allar borgarar.
Terja Ósá Sivertsen
Valevni fyri javnaðarflokkin