Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fráfaringarløta fyri Noomi

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  01.11.2024 - 14:32 Tíðindi

Fyrrapartin í dag var hátíðarhald í býráðshúsinum. Orsøkin var at fráfaringarløta fyri Noomi Thomsen, sum samstundis hevur starvast í bókhaldinum í heili 50 ár.

 

Noomi byrjaði í starvinum Í 1974 og hevur sostatt undir átta borgarstjórum, teir eru Tryggvi Laksáfoss, Jógvan Isaksen, Óli E. Heinesen, Jógvan við Keldu, Steinbjørn O. Jacobsen, Gunvá við Keldu, Jógvan Skorheim og Karl Johansen.

 

 

Røðan sum Karl Johansen, borgarstjóri, helt fyri Noomi

 

Góða Noomi!

 

Tað finnast persónar, sum hava serliga ávirkan á tað umhvørvið, sum tey eru partur av. Hjá summum kemur tað av, at tey hava verið har í so drúgva tíð, og hjá øðrum er tað, at tey hava gjørt ein so stóran og áhaldandi innsats.

Tú hevur ikki bara arbeitt í eitt sera drúgt áramál, men eisini gjørt ein megnar innsats fyri Klaksvíkar kommunu – 50 ár eru ikki 50 dagar – vit tosa um eina hálva øld.

Fyri at seta hetta í perspektiv, so er Klaksvíkar kommuna 116 ára gomul – stovnað í 1908 – so tú hevur tænt kommununi í 43% ella næstan helvtini av tíðini, sum kommunan hevur verið til! 

Ein onnur áhugaverd samanbering, sum sigur nakað um støddina av tínum avriki, er, um vit samanbera við ein persón, sum myndaði Klaksvíkar kommunu nógv í síni tíð.

Robert Joensen var kommunuskrivari, tá ið tú byrjaði í starvi hjá kommununi. Hann arbeiddi her frá 1941 til 1982. Sostatt tænti Robert kommununi í 41 ár, og tað er sera nógv, men tú, Noomi, hevur arbeitt her næstan 10 ár longri, enn hann gjørdi.

Tað var í 1974, at tú komst í læru í bókhaldinum hjá kommununi, sum helt til í gamla Skúla, niðanfyri Heygabúðina.

Bókhaldararnir, sum tú hevur arbeitt saman við, eru Jógvan Clementsen, Mikkjal á Bergi, Ísak Mikladal, John Færø og nú Henry Mellemgaard. Harumframt ein ørgrynna av øðrum starvs-feløgum, sum eru komin og farin øll hesi árini.

Um vit telja valskeið, so hevur tú arbeitt í 15 ymiskum valskeiðum.

Borgarstjórarnir, sum tú hevur arbeitt undir, eru 8 í tali – teir eru: Trúgvi Laksáfoss, Jógvan Isaksen, Óli E. Heinesen, Jógvan við Keldu, Steinbjørn O. Jacobsen, Gunvá við Keldu, Jógvan Skorheim og so eg sjálvur. Og so koma varaborgarstjórarnir afturat, sum hava avloyst.

Ein hópur av býráðslimum hava verið inni og vent í tínari starvstíð. Eisini hevur talið av býráðslimum verið skiftandi. Einu tíðina vóru sjey, síðan upp til trettan og aftur niður á ellivu.

---

Í 1974 lá sandurin innast á vágni framvegis so at siga órørdur, og børnini vóru fyri stuttum givin at ganga í skúla leygardag.

Hetta árið, tá ið Noomi fyri fyrstu ferð settist við skrivaraborðið hjá Klaksvíkar kommunu, var fólkatalið í Klaksvík umleið 4700, hárið var langt, cowboybuksurnar víðar, tit gingu í cowboyjakka og skógvarnir vóru høgir sum stúltir. Dreingirnir gingu í stríputum hosum. Sethúsini høvdu nógvar ymiskar litir, gólvteppini vóru loðin, veggirnir hessian, hvítvørurnar littar, bilarnir høvdu langar spruttlappar, antennur, skinn á róðrinum og ljós undir botninum.

Meðan Noomi bókaði síni fyrstu skjøl, var umsitingin hjá kommununi nógv minni enn í dag. Tey høvdu ongar teldur, ongar fartelefonir, ongan teldupost, ongar skanningar, eingin heimasíða. Tá vóru eingi hackaraálop, tí her vóru bara vanligar skrivimaskinur, alt var á pappíri, og leiðararnir hjá kommununi máttu fáa hvørja rokning upp í hendurnar at vátta. Her var bara vanligur brævpostur, bara fastnettelefonir, og lønirnar blivu útgoldnar kontant.

Hetta árið merktust leivdirnar av oljukreppuni framvegis, Watergate gølan var í USA, og her heima skeyt ein maður við byrsu eftir Atla Dam, táverandi løgmanni.

Nú Noomi fer frá fyri aldur, er nógv broytt. Eingin sandur sæst longur innast á vágni, vit sigla ikki longur um Leirvíksfjørð, dreingirnir hava nú stutt hár, men langt skegg, gólvteppini eru burturbeind, sethúsini eru ikki so litrík longur, skrivstovurnar eru næstan pappírsleysar o.s.fr. o.s.fr.

---

Góða Noomi!

Hesi skjótt fýra árini, eg havi verið inni í hesum húsinum, havi eg upplivað og sæð, at her arbeiða nógv arbeiðssom og nærløgd fólk. Her valdar ein mentan, har fólk eru nærløgd í sínum arbeiði og arbeiða hart.

Men eg hugsi ikki, at eg taki munnin ov fullan, tá eg sigi, at tað verður torført at finna ein persón við hægri arbeiðsmorali enn tú hevur – her ert tú ein av undangongufólkunum – ein, sum vísir leiðina!

Tú arbeiðir langar dagar, tú kennir ognarskap í tínum arbeiðið hjá okkum, tú ert nærløgd, nágreinilig og arbeiðssom. Hetta eru alt dygdir, ið vit virðismeta ómetaliga høgt.

Tú gert tað í tí stilla, og tú vilt, at arbeiðið er gjørt ordiligt. Títt arbeiði er gull vert fyri eina kommunu sum okkara.

Henda arbeiðsmentan, sum tú í øll hesi ár hevur víst hvønn dag, hevur lært okkum onnur at krevja nógv av okkum sjálvum, leggja lív og sál í arbeiðið og at vera nærløgd.

Stóra takk fyri ta góðu fyrimynd, sum tú hevur verið og framvegis hevur varðveitt so væl.

---

Góða Noomi!

Prædikarin skrivar, at «alt hevur tíð sína».

Og í Sálmi 90 skrivar gudsmaðurin Móses, at «skjótt er tað yvirstaðið, vit flúgva avstað».

Eg veit ikki, hvørji kenslu tú stendur við her í dag á tíni fráfaringarløtu eftir meir enn eina hálva øld í starvi, men í dag kanst tú av røttum líta aftur á eitt eitt virkið, nærlagt og samvitskufullt arbeiðsavrik.

Hesar eru treytirnar, vit øll liva undir, men gott er at vita, at tað er ein, sum «ber alt við orði máttar Síns», og sum lovar at vera við okkum allar dagar.

Og í dag staðfesta vit enn eitt kapittulskifti í tínum lívi, nú tú takkar fyri teg í føstum starvi hjá Klaksvíkar kommunu.

Vegna Klaksvíkar býráð og okkum øll, sum starvast hjá kommununi, er tað mær ein heiður at bera tær eina hjartans, hjartans tøkk fyri títt ágrýtni, nærlagni, trúfesti í øll hesi mongu ár.

HARRIN signi teg og varðveiti teg.

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið tippar: Tað verður Sirið Stenb…
Minningarhald teirra sjólátnu í Klaksvík
Jól í El-In
Fagnaðar­konsert fyri Knút Olsen
Eg havi nógv eftir at bjóða!
At lata seg í grønt undan valinum er ikk…
Fráfaringarløta fyri Noomi
Allan verður høvuðsungdóms­venjari
Hølisumstøður hjá Klaksvíkar Tónlistaskú…
Árni H. Ellefsen nýggjur nevndarfor­maður…
Eldraøkið skal raðfestast
Veðrið um vikuskiftið
Minningarhald teirra sjólátnu í Klaksvík
Minningarhald í Svínoy
Allahalgannahald á Syðradali
Nú kemur sølutorg og bátafelags­hús
Saman um trivnað og mentan: Ein framtíð…
Eldraøki – mugu hava nokk av plássum!
Kvinna fyllir 20 ár – størsta Kvinna í s…
Valkaféir og Valfundur í Varpinum