Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg havi nógv eftir at bjóða!

SKRIVAÐ: Eyðstein Poulsen  |  01.11.2024 - 15:39 Politikkur Tíðindaskriv

Við tykkara stuðli fari eg framhaldandi at menna og styrkja  støðu Klaksvíkar sum bý og kommunu í føroyska samfelagnum. Vit skulu í felag tryggja ta góðu gongdina. Eg eri ágrýtin og fúsur at stríðast í hesum týdningarmikla fólkaræðisliga sessi og vóni, at tit eisini síggja ein býráðslim í mær, sum hevur nógv eftir at bjóða.

 

 

Tá ið eg í 2012 stillaði upp til Klaksvíkar býráð, var tað við einum greiðum endamáli: at gera okkara bý og kommunu til eitt enn betri stað at liva og virka í. Hetta er framvegis mín málsetningur, og gleði eg meg til komandi fýra árini. Eftir fleiri ár í býráðnum, føli eg framvegis, at eg havi hug, orku og vilja til at taka við og leiða fleiri av teimum avbjóðingum, ið bíða fyri framman.

 

Saman skapa vit broytingar

Mín hægsta raðfesting í býráðsarbeiðinum hevur verið at tryggja áhaldandi menning í kommununi. Býráðssessurin er eitt sterkt amboð til at fremja broytingar og framburð, bæði fyri vinnulívið, borgararnar og fyri býin og kommununa sum heild. Eg síggi framvegis nógvar møguleikar, sum vit í felag kunnu lyfta - bæði fyri at styrkja trivnaðin og fyri at tryggja, at okkara býur kann fylgja við og kappast í eini framtíð við alsamt størri  broytingum.

 

Ein málrættað ætlan fyri komandi árini

Komandi fýra árini vil eg áhaldandi arbeiða fyri einum býi og einari kommunu, har vit raðfesta trivna, kappingarføri og burðardygd - bæði umhvørvisliga og fólksliga burðardygd - í øllum okkara avgerðum. Eg ynski at savna kommununa um framburð, sum bæði skapar lív, trivna og haldføri, so vit tryggja, at komandi ættarlið eisini kunnu trívast her á staðnum.

 

Fyri meg er uppgáva býráðsins sjálvsagd!

  • Skynsom fíggjarstýring
  • Kappingarføri
  • Bústaðarmøguleikar
  • Munagóðar umstøður á eldraøkinum
  • Munagóðar umstøður á barna og ungdómsøkinum
  • Mentanarligur trivnaður
  • Burðardygt og innbjóðandi umhvørvi

 

Nógv eru málini, men størstur er eldhugin

Eg havi upplivað stórar løtur og verið við til týdningarmiklar avgerðir í býráðnum síðstu fýra árini, men eg veit eisini, at mong týdningarmikil mál bíða. Mín tíð í býráðnum hevur lært meg, at eldhugur í býráðsarbeiðinum er avgerandi - og mín eldhugur fyri framburði er sterkari enn nakrantíð. Eg kenni meg væl í býráðsarbeiðinum, og eingin ivi er um, at eg havi tey amboð, ið skulu til fyri at fremja fólksligar og fólkaræðisligar broytingar og framburð, so vit saman kunnu røkka enn longur á leið.

 

Takk fyri álitið og møguleikan at gera mun

Við tykkara stuðli fari eg framhaldandi at menna og styrkja  støðu Klaksvíkar sum bý og kommunu í føroyska samfelagnum. Vit skulu í felag tryggja ta góðu gongdina. Eg eri ágrýtin og fúsur at stríðast í hesum týdningarmikla fólkaræðisliga sessi og vóni, at tit eisini síggja ein býráðslim í mær, sum hevur nógv eftir at bjóða.

 

Eyðstein Poulsen

Fólkaflokkurin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið tippar: Tað verður Sirið Stenb…
Minningarhald teirra sjólátnu í Klaksvík
Jól í El-In
Fagnaðar­konsert fyri Knút Olsen
Eg havi nógv eftir at bjóða!
At lata seg í grønt undan valinum er ikk…
Fráfaringarløta fyri Noomi
Allan verður høvuðsungdóms­venjari
Hølisumstøður hjá Klaksvíkar Tónlistaskú…
Árni H. Ellefsen nýggjur nevndarfor­maður…
Eldraøkið skal raðfestast
Veðrið um vikuskiftið
Minningarhald teirra sjólátnu í Klaksvík
Minningarhald í Svínoy
Allahalgannahald á Syðradali
Nú kemur sølutorg og bátafelags­hús
Saman um trivnað og mentan: Ein framtíð…
Eldraøki – mugu hava nokk av plássum!
Kvinna fyllir 20 ár – størsta Kvinna í s…
Valkaféir og Valfundur í Varpinum