Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hølisumstøður hjá Klaksvíkar Tónlistaskúla

SKRIVAÐ: Nevndin í Tónlistarskúlanum  |  01.11.2024 - 13:58 Mentan Politikkur Tíðindi

Vit heita á komandi býráð um at raðfesta Tónlistarskúlan høgt og seta eina nevnd at arbeiða við at betra um hølisviðurskiftini hjá Tónlistaskúlanum. Hetta er jú ein framtíðaríløga, sum vit øll  - børn, ung og vaksin - fáa gagn og gleði av.

 

 

Klaksvíkar Tónlistarskúli byrjaði sítt virksemi á heysti 1977. Tey fyrstu árini var Bogi Lutzen einsamallur lærari, seinni komu fleiri lærarar afturat. Tá Musikkskúlaskipanin var sett á stovn 1984 bleiv Tónlistarskúlin, sum tá æt Klakksvíkar Musikkskúli, partur av skipanini.

Í nógv ár varð undirvíst á miðhæddini í bygninginum hjá Tummas Thomsen, síðan flutti skúlin í Gamla skúla og helt til har saman við Serskúlanum í nøkur ár. Í dag hevur Tónlistarskúlin allan Gamla skúla, eisini verður undirvíst á Dávavirkinum (trummur) og á Skúlatrøð (horn). Hesi árini er nógv broytt, nú eru umleið 220 næmingar og 13 lærarar í skipanini, tað svarar til 6 fulltíðarstørv.

Sjálvt um hølisumstøður skúlans eru batnaðar, so er enn langt á mál. Sum nevnt, verður undirvíst á 3 ymiskum støðum. Hølini í Gamla skúla eru als ikki nøktandi, hvørki við atliti til stødd, ljóðdoyving ella trygdarkrøv.   Onki høli er til orkesturvenjingar ella smærri konsertir, skrivstovan hjá leiðaranum er bæði nóta- og ljóðførisgoymsla, lærararúmið er ov lítið og ov fá undirvísingarrúm. Ynskiligt hevði verið at hava ein lítlan sal til venjingar og framførslur, so hevði verið lættari at bjóða foreldum og øðrum inn til konsertir. Fyri lærararnar hevur tað eisini stóran týdning at hava góðar karmar til  framførslur, bæði fyri næmingunum og alment.

 

Í løgtingslóg nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin) stendur í §4, stk. 4:

Kommunan útvegar musikkskúlanum hóskandi høli, undirvísingartilfar, amboð og ljóðføri.

 

Ofta hevur verið tosað um at geva Tónlistaskúlanum betri umstøður. Nýggjur bygningur á skúlaøkinum hevur verið frammi, men onki ítøkiligt er hent. Klaksvík hevur fingið eitt stásiligt mentanarhús, sum vit gleðast stórliga um. Tað hevur kravt nógva tíð og orku, serliga frá mentanarøkinum.

Vit heita á komandi býráð um at raðfesta Tónlistarskúlan høgt og seta eina nevnd at arbeiða við at betra um hølisviðurskiftini hjá Tónlistaskúlanum. Hetta er jú ein framtíðaríløga, sum vit øll  - børn, ung og vaksin - fáa gagn og gleði av.

v.h

Nevndin í Tónlistarskúlanum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið tippar: Tað verður Sirið Stenb…
Minningarhald teirra sjólátnu í Klaksvík
Jól í El-In
Fagnaðar­konsert fyri Knút Olsen
Eg havi nógv eftir at bjóða!
At lata seg í grønt undan valinum er ikk…
Fráfaringarløta fyri Noomi
Allan verður høvuðsungdóms­venjari
Hølisumstøður hjá Klaksvíkar Tónlistaskú…
Árni H. Ellefsen nýggjur nevndarfor­maður…
Eldraøkið skal raðfestast
Veðrið um vikuskiftið
Minningarhald teirra sjólátnu í Klaksvík
Minningarhald í Svínoy
Allahalgannahald á Syðradali
Nú kemur sølutorg og bátafelags­hús
Saman um trivnað og mentan: Ein framtíð…
Eldraøki – mugu hava nokk av plássum!
Kvinna fyllir 20 ár – størsta Kvinna í s…
Valkaféir og Valfundur í Varpinum