Lýsing
Lýsing
Lýsing

At lata seg í grønt undan valinum er ikki nokk

SKRIVAÐ: Annika S. Biskopstø  |  01.11.2024 - 15:21 Politikkur Tíðindaskriv

Vit mugu hugsa meiri varandi og framskygd, og sjálv havi eg ta vón, at ein nýggj og meiri ábyrgdarfull leiðsla eftir valið sleppur at mynda framtíðina hjá okkara kæra býi

 

Í móti mínum vilja, hevur Klaksvíkar Býráð samtykt at fylla grót út á vágna niðanfyri Effo. Ætlanin er at byggja sølutorg, bátafelagshús og íbúðir. Skil meg rætt. Eg havi alla setuna verið við uppá hesa áhugaverdu verkætlan, men samstundis víst á staðsetingina í millum Effo og FK sum ta røttu loysnina. Tað hevði verið meiri umhvørvisvinarligt og nógv bíligari at gagnnýtt og umskipað økið, sum kommunan frammanundan eigur og sum longu er planerað. Harafturat vil tann óneyðuga útfyllingin helst elva til deyðvatn inni í móti Biskupsstøð og bygningurin taka útsýnið frá Nólsoyar Páls húsinum.

Frá degi eitt í politikki havi eg raðfest grøna, skynsama og fagurfrøðiliga býarplanlegging.

Á býráðfundinum í gjár, vóru eisini fleiri røddir, sum tosaðu at at fríðka og planta. Tað frøðir meg at hoyra hesa hugburðsbroyting. Men at lata seg í grønt undan valinum er ikki nokk. Nú er nóg mikið er tosað. Og vit hava ikki ráð at bíða longri. Fortov, gonguteigar og súkklubreytir skulu gerast. Trø skulu plantast fram við almennu vegunum. Hetta ger býin vakrari og hugnaligari, men trøini virka sum ein nátúrlig tekja, ið skapar lívd og veðurskjól. Verða fleiri trø gróðursett fram við Nólsoyarpálsgøtu og Klaksvíksvegnum, tálma vit eisini nógvu bilferðsluferðuna.

Í Klaksvík skulu fólk hava møguleikan at velja beinini og bussin - og ikki einans bilin. Vit skulu saman byggja ein tryggari, sunnari og hugnaligari bý.

Tað skal ikki vera langt í millum bústaðin og vanligu tænasturnar, so sum innkeyp, skúla og frítíðarlív. Vit skulu ikki spjaða býin óneyðugt og gera fleiri dýrar útstykkingar uppi í fjøllunum. Vit síggja longu avleiðingar, við rennandi vatni og vátum undirlendi. Um vit í framtíðini byggja tættari, so sum vit kenna aftur frá gomlu føroysku býlingunum, og stílar byggilistin hægri, (eisini í hæddum) sum okkara egni miðbýi eisini er dømi um, vil tað skapa lívd og nýggj dámlig atburðarmynstur.

Tað er ikki bara privatir byggiharrar, sum skulu planleggja okkara framtíð. Og vit tapa dystin, um vit allatíðina skulu renna aftaná bilunum. Vit skulu skapa varandi karmar fyri øll, sum her vilja virka og búgva. Men vit mugu avmarkaða ferðsluna í býnum og fáa eina meiri skipaða og tíðarásetta parkering. Tey, sum hava ráð til fleiri bilar hava eisini ráð at gjalda fyri bestu plássini.

Vit mugu hugsa meiri varandi og framskygd, og sjálv havi eg ta vón, at ein nýggj og meiri ábyrgdarfull leiðsla eftir valið sleppur at mynda framtíðina hjá okkara kæra býi.

Eg vil arbeiða fyri at okkara kommuna verður eitt vakurt stað.

Annika S. Biskopstø
X við lista E

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið tippar: Tað verður Sirið Stenb…
Minningarhald teirra sjólátnu í Klaksvík
Jól í El-In
Fagnaðar­konsert fyri Knút Olsen
Eg havi nógv eftir at bjóða!
At lata seg í grønt undan valinum er ikk…
Fráfaringarløta fyri Noomi
Allan verður høvuðsungdóms­venjari
Hølisumstøður hjá Klaksvíkar Tónlistaskú…
Árni H. Ellefsen nýggjur nevndarfor­maður…
Eldraøkið skal raðfestast
Veðrið um vikuskiftið
Minningarhald teirra sjólátnu í Klaksvík
Minningarhald í Svínoy
Allahalgannahald á Syðradali
Nú kemur sølutorg og bátafelags­hús
Saman um trivnað og mentan: Ein framtíð…
Eldraøki – mugu hava nokk av plássum!
Kvinna fyllir 20 ár – størsta Kvinna í s…
Valkaféir og Valfundur í Varpinum