Hugnaløta í KFUM & K í morgun
kl. 10.00 í morgun var stórt og flott morgunmatarborð dekkað í KFUM & K
Hesum stóðu tær mongu dugnaligu damirnar í køkinum fyri – og duga tær sítt hondverk!
Eftir tað eftir ein góðan drekkamunn við heimabakaðum breyði og heimagjørdari rullipylsu, greiddi Henry Christiansen úr Leirvik frá ymiskum á sjónum. Í Hirtshals, har hann byrjaði við kraftblokkabáti fyri nógum árum síðani.
Eisini um ferðir við Thor Shipping, har hann var við einum útgerðarskipi, sum kundi nógv ymiskt. Teir lógu uttanfyri Pointe Noire.
Hann hevði upplivað nógv, hevði sleipað skip í havsneyð, veitt olju til skip, siglt inni við fólki av øðrum skipum, verið hotelskip og annað.
Hann greiddi frá eini ferð heim við Sólborg, tá ein ungur maður kom til skaða í lastini, har teir máttu seyma mannin aftur. Men arbeiðið bleiv góðkent av Landsskúkrahúsinum sum væl frágingið, og maðurin fekk ikki mein.
Henry er 68 ára gamal hevur verið til skips at kalla alt sítt lív og veit frá mongum at siga, nú hann er uppilagstur.
Gott kaffi, góðu frásagnirnar og sangur gjørdu løruna frálík hugnaliga.
Sum tað sæst á onkrum av myndunum, eru ætlanir um útbyggingar av KFUM & K.