Lýsing
Lýsing
Lýsing
Føroyar hava frá fyrndartíð verið skipaðar í 6-8 øki, har Streymoy og Suðuroy til tíðir hava verið annaðhvørt 2 ella eitt

Eitt valdømi, eitt miseydnað eksperiment

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.01.2024 - 11:51 Leiðarin Mentan Politikkur

Mikudagin 24. januar verður eitt tiltak í Gulu Smiðju í Runavík, har skipanin við einum einstøkum valdømi frá 2007 sett undir luppin. Fyriskipararnir, Uni Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum og Sólvit Emilsson Nolsøe í Framsókn, vilja hava at vita, um eitt valdømi hevur rokkið sínum endamáli. Hendan grein ger nakrar royndir at svara tí spurninginum

 

 

Tá ið Føroyar gjørdust eitt valdømi í 2007, var eitt av argumentunum fyri tí, at nú skuldi lokalpolitikkurin komast til lívs. Júst hvat var so ringt við lokalpolitikki kom ikki greitt fram, men í øllum førum má heilivágurin “Eitt valdømi” ímóti lokalpolitikki sigast at vera miseydnaður fullkomiliga. Hetta var júst um tað mundið, at sandoyartingmenn stríddust fyri Sandoyartunli, samstundis sum miðstaðarpolitikarar stríddust fyri Marknagilsdeplinum. Val varð hildið 19. januar 2008 í einum valdømi, Sandoyggin fekk bert 1 tingmann valdan, og Marknagilsdepilin varð samtyktur og Sandoyartunnilin skotin út í eina óvissa framtíð.

Í so máta kann man kanska siga, at tað eydnaðist at forkoma lokalpolitikki til gagns fyri Sandoynna í eina løtu. Men tað var sanniliga eisini lokalpolitikkur, sum sigraði, nevniliga lokalpolitikkur til gagns fyri Suðurstreym. Og nú báðar verkætlanirnar loksins eru veruleiki, vísti tað seg, at Sandoyartunnilin gjørdist sólskinssøgan av teimum báðum, meðan Glasir gjørdist ein gøla av tí aðru verð. Flest merkir ikki altíð best.

 

Ein spurningur um samleika meira enn um geografi

Líka síðani landnámið í víkingaøld hava Føroyar verið skiftar í 6-8 øki. Norðoyggjar, Eysturoy, Vágar við Mykinesi og Sandoy við Skúvoy og Dímun hava verið hvør sítt øki, og so hevur tað verið eitt sindur skiftandi, um Suðuroy og Streymoy hava verið eittans øki ella býttar sundur og Norður- og Suður-. Hetta er ikki bara ein geografiskur spurningur, men er í nógv størri mun ein spurningur um samleika. Tað er ikki bara ein spurningur um, hvar vit koma frá, men ein spurningur um, hvørji vit eru.

Og har fóru fortalararnir fyri einum valdømi skeivir, tá ið teir hildu, at vit bara við at verða geografiskt samanbundin eisini fóru at blanda okkara DNA. Var tað so lætt, so kundi bretska stjórnin bara gjørt alt Stórabretland til eitt valdømi fyri at forkoma skotskum samleika og sjálvræði. Men so væl spælir klaverið ikki, tað mugu bæði London og Tórshavn sanna.

 

Á seinasta løgtingsvali fall tað soleiðis út, at als onki umboð av Sandoy kom á ting, og oyggin liggur tí uttan parlamentariska umboðan í løtuni. Eisini er Eysturoyggin sterkt undirumboðað; hon er tvífalt so stór sum Norðoyggjar í fólkatali, men hevur tvey færri tingfólk. Reyðu tølini eru landsstýrisfólk

 

Umboðandi fólkaræðið hótt

Hví man tað vera, at nærum allur heimurin hevur fleiri valdømi? Í anglosaksiska heiminum við einmansvaldømum eru vanliga fleiri hundrað valdømi, júst fyri at tryggja, at ongin verður settur eftir. Í skipanum við fleirmannavaldømum, sum til dømis í Íslandi og Finnlandi, síggja vit, at tey heldur yvirumboða enn undirumboða smæstu valdømini. Eisini júst fyri at tryggja, at ongin verður settur eftir.

So kann ein sjálvandi siga, at “vit eru so smá og so fá, at vit eru ov lítil til umboðandi fólkaræði”, men tað er ongin umbering. Eisini smátjóðir smærri enn Føroyar hava fleiri valdømi, til dømis Andorra og Liechtenstein. Tað verður mett at vera sera umráðandi at hava øll við í fólkaræðinum, og tað verður best gjørt við at lata øll øki verða umboðað. 

Í Føroyum kunnu vit hinvegin lættliga koma út fyri, at øki onga umboðan hava í eitt ella fleiri valskeið. Í løtuni hevur Sandoyggin til dømis onki umboð á Løgtingi ella í Landsstýrinum. Teirra rødd vantar, og ongin er at føra sjónarmið sandoyinga fram á ting. Er tað gott? Er tað fólkaræðisligt? Ikki um vit við fólkaræði meina umboðandi (representativt) fólkaræði.

 

Valfeløgini kunnu lættliga setast til viks

Uppstillingin fer í dag fram í lokalfeløgum, men er løtt at undirminera. Lat okkum taka eitt dømi: Listi Ð hevur eitt lokalfelag í Sandoynni. Tvey valevni, Marsanna og Palleba, vilja á listan, men lokalfelagið ger av, at bert annað teirra verður uppstillað, fyri at atkvøðurnar ikki skulu spjaðast á tey bæði, tí tað kann gera, at flokkurin onki umboð fær í Sandoynni. Fyri at betra um kjansirnar fyri umboðan tekur lokalfelagið avgerð um, at einans Marsanna verður stillað upp.

Men hvat hendir so? Jú, valfelagið hjá Lista Ð í Havn (ella floksleiðslan) stillar Palleba upp í staðin fyri. So koma 2 valevni at kappast um somu atkvøður í Sandoynni – júst tað sum lokalfelagið vildi sleppa undan – við tí úrsliti, at hvørki sandoyarumboðið sleppur á ting. Eisini hóast atkvøðurnar eru nóg nógvar til eitt umboð. Á tann hátt er ávirkanin hjá lokalfeløgunum á uppstillingina avmarkað, enntá í egnum øki, og vil onkur sabotera hana, hava tey lætt spæl.

 

Varafólk hava tað ikki gott í einum valdømi

Tá ið vit høvdu fleiri valdømi, virkaði skipanin við varafólkum markant betri. Hevði Javnaðarflokkurin 1 umboð í Norðoya Valdømi, so var varafólkið eisini úr Norðoyggjum, og tað kom beint inn í sessin og tær nevndir, sum tinglimurin sat í. Tú vart varafólk fyri tann og tann tinglimin, og tað var tað. Ein suðuroyingur kom inn fyri ein suðuroying og skuldi fyrihalda seg til tað sama sum tann, viðkomandi var varamaður (m/k) fyri.

Í dag má eitt varafólk vera ein høgguslokkur av formati, tí eitt og sama varafólk er varafólk fyri alla tingmanningina. Ta einu vikuna kann viðkomandi vera í Vinnunevndini, vikuna eftir í Fíggjarnevndini, síðani í Landsstýrismálanevndini og so framvegis, alt eftir hvat tingfólk tað er, sum hevur forfall. Tað er øgiliga nógv at seta seg inn í hvørja ferð, nógv meira enn hvat tey fólkavaldu sjálvi skulu seta seg inn í. Sjálvandi gongur tað hart út yvir varafólkið, men eisini kontinuitetin í tingarbeiðinum.

 

Tað var Edmund Joensen, táverandi løgtingsformaður, sum fekk broytt Føroyar til eitt valdømi í 2007. Árið fyri hevði hann tikið undir við §266b, og søgur gingu um, at hann av teirri orsøk møguliga ikki slapp á listan hjá Samhaldi, valfelagi Sambandsfloksins í Eysturoy, til løgtingsvalið í 2008

 

Ongin líkinda fyrimynd

Hyggja vit so at, hvørji fólkaræðislig lond hava somu skipan sum vit við bert eittans valdømi, so er synd at siga, at tey hava drúgvar fólkaræðisligar siðvenjur. Talan er um rættiliga nýggjar tjóðir, Serbia frá 1992, Ísrael frá 1948 og Grønland við heimastýri frá 1979. Hartil koma Niðurlond ella Holland, sum eisini er bert eittans valdømi, men har hava tær 12 provinsirnar í landinum umfatandi sjálvræði – eitt slag av landspartastjórn, um ein vil. Restin av fólkaræðisliga heiminum er skipaður í lond við fleiri valdømum.

 

Lat okkum skipa føroyska fólkaræðið við fleiri valdømum aftur

Frá náttúrunnar hond eru Føroyar eitt oyggjasamfelag. Og í sinninum eru føroyingar partar av fleiri bygdasamfeløgum. Okkara samleiki er myndaður av hesum báðum, og í staðin fyri at berjast ímóti hesum primera samleika okkara, eiga vit at fagna ymiskleikanum – tað er tann ymiskleikin, sum ger okkara fantastiska land til eina tjóð. Ikki til ein bý, sum helst bert miðstaðarborgarar kenna seg heima í. Føroyingar eru ikki ein homogen eind. Og tað skulu vit heldur ikki vera. Og virða vit ikki ymiskleikarnar hvør hjá øðrum, fáa vit ikki gagnnýtt Føroyar til fulnar.

Samanumtikið er sera lítið, sum talar fyri, at besta valskipanin er ein við einum støkum valdømi. Har eru hinvegin upp í leypar av argumentum fyri fleiri valdømum, har tað við tryggjaðari umboðan til øll landsins øki er tað mest fundamentala.

 

 

ES. Niðanfyri eru greinar, sum snúgva seg valdømisskipanina. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógvir fjepparar í Malmø
Úr vøggu í grøv
Sangfagnaðarløta í Ebenezer
Minningarorð um Eivind Weyhe
Hann hevur lagt seinasta countrylagið á
Flest mál ígjøgnum síðani 2017
KÍ rendi seg í ódnarveður í Malmø
Fjepparar savnast í Malmø
Ikki fleiri Klaksvíks­stríð
KÍ fjepparar á ferð
Upptakt: Malmø-KÍ
Hóast veðrið so ber tað til
Sakaris á Summar Festival
Hiddenfjord hevur tikið føroya størstu s…
Á fjalli við Eiðismonnum
KJ umvælt dekskrana umborð á Polar Princ…
Hetta er bólkurin hjá KÍ
Trummur­nar fara at runga í Malmø
Biden leggur kongin
Søgan um Hank Williams 6:8