Lýsing
Lýsing
Lýsing
Stýrið fyri Kommunufelagið átti at sett kommunala útjavning ovast á dagsskránna

Kommunal útjavning er samanhald

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.02.2020 - 11:32 Leiðarin Politikkur Vinna

Nú kommunal útjavning enn einaferð er uppi at venda, var borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu aftur í útvarpstíðindunum sunnukvøldið og vendi tumlinum niður. Hon førdi nærmast fram, at um Tórshavnar Kommuna skuldi lata nakað til hinar kommunurnar, so fór tað at taka alt áræði og virkisfýsni úr kommununi.

Øll hini Norðurlondini hava kommunala útjavning. Í Danmark verður skrivað soleiðis:

Kommunernes indtægtsmuligheder er forskellige, bl.a. på grund af forskelle i befolkningens indkomster. Og kommuneres udgiftsbehov er også forskellige som følge af forskelle i befolkningens alderssammensætning og i socioøkonomi. Disse forskelle udlignes gennem det kommunale udligningssystem, for at give kommunerne mere ensartede vilkår, for opgaveløsningen, så der ikke skal være store forskelle i kommunernes serviceniveau i forhold til skatteprocenten.”

Her verður farið inn til kjarnuna av, hvat ein kommuna er, og hvat hon skal. Ein kommuna skal taka sær av sentralum tænastuuppgávum í lokalsamfelagnum, og samfelagið hevur eitt yvirskipað ynski um, at hesar tænastur skulu vera so eins sum møguligt í øllum landinum, uttan mun til um kommunan hevur t.d. mong eldri og fá við góðum inntøkum ella øvugt. Ella meira ítøkiliga, at eitt barnagarðspláss skal vera eitt eins gott námsfrøðiligt tilboð kring alt landið. Sama við røktarheimsplássum o.s.fr.

Vit kunnu væl skilja, at Tórshavnar Kommuna vil kappast um borgarar, men hesar kjarnutænasturnar eru teir skeivu parametrarnir at kappast uppá. Skal kappast, kann tað vera við kommunuskattaprosenti, barnafrádrátti, vinnuligum tænastum, havnarløgum og líknandi, ikki uppá vælferðartænastur sum røktarheim og barnagarðar. Tí hesar hoyra júst vælferðarsamfelagnum til.

Líka lítið sum Suðuroyar og Klaksvíkar sjúkrahús kappast sínámillum um sjúklingar, líka lítið skulu røktarheim og barnagarðar kring landið kappast. Her skulu vit hava ein tjóðarstandard. Tað merkir ikki, at kommunurnar ikki skulu kunna spíla seg út á hesum økjum, men tað merkir, at tær skulu hava sama grundarlag.

At høvuðsstaðarkommunan í Føroyum er orsøk til, at øll tey norðurlendsku vælferðarsamfeløgini ikki hava útjavning, kunnu vit sum tjóð ikki vera errin av. Serliga oyggjarnar syðst í landinum stríðast við demografiskar avbjóðingar og hava gjørt tað leingi. Tær meira vælbjargaðu kommunurnar norðanfyri eiga at vísa samhaldsfesti og hjálpa til. Ongin kemur kortini at lata so nógv, at egið grundarlag verður í vanda, tí vit hava fleiri ríkar enn minni vælbjargaðar kommunur.

Tað bæði syrgiligt og eisini eitt sindur skelkandi at hoyra borgarstjóran í Havn siga, at skal hennara kommuna rætta eina hjálpandi hond, so fer hennara kommuna at missa allan virkishug. Her ger hon havnarfólk nógv meira neyðarslig, enn tey eru. Tí sjálvandi fara tey ikki at leggja seg uppgevandi afturá, bert tí teirra kommuna stuðlar minni vælbjargaðum kommunum í at hava nøktandi barnagarðs- og røktarheimstilboð. Tvørturímóti fara at tey við røttum at kunna bretta sær á.

Sjálvandi hava vit øll loyvi til at vera ósamd, og tann rættin brúka vit eisini á mongum økjum. Men lat okkum sum føroyingar draga eina línu, hvat viðvíkir teimum grundleggjandi vælferðartænastunum. Tær eiga at vera eins í øllum Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark