Heilivágsnýtslan í alivinnuni er nú almannakunngjørd
Í 2017 álegði táverandi landstýrismaður í vinnumálum, Poul Michelsen, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at almannakunngera hvussu stórar nøgdir av evnafrøðiligum evnum alivinnan, við loyvi frá almennu heilsumynduleikunum, brúkti í krígnum móti lús í alibrúkum kring um í landinum.
Hetta var gjørt eftir Norðlýsið í 2014 hevði skrivað fleiri greinar um at hummarastovnurin í Hvannasundi og Árnafirði var nógv minkaður og hummarafiskarar vóru sannførdir um at orsøkin var stóra nýtslan av evnafrøðiligum evnum, sum alarar brúktu til avlúsing í alibrúkum.
Norðlýsið bað um alment innlit í málið, men eftir at hava spurt seg fyri hjá vinnuni noktaði Landsapotekarin at geva innlit.
Norðlýsið kærdi til Heilsumálaráðið sum eftir at hava ráðført seg við alivinnuna noktaði somuleiðis at geva Norðlýsinum innlit. Grundgevingin var at upplýsingarnir kunduskaða vinnuna í altjóða kapping....
Síðani kærdu vit til Løgtingsins Umboðsmann sum gav okkum viðhald eftir at vit kundu vísa á at somu upplýsingar vóru atkomiligir fyri almenningin í eitt nú Norra.
Men hóast Løgtings Umboðsmaður heitti á Heilsumálaráði um at taka málið upp til nýggja viðgerð og gera “sína egnu” niðurstøðu – noktaði ráðið at taka málið upp.
Løgtingsins Umboðsmaður boðaði so norðlýsinum frá at tey góðu skarvin yvir, tí tey fingu ikki gjørt meira.
Norðlýsið kærdi síðani landsstýriskvinnuna, Siri Stenberg, til landsstýrismálanevndina, men løgtingsnevndin segði seg ikki hava heimild at viðgera málið.
Eftirfylgjandi, í 2017 lýsti landstýrismaðurin so eina kunngerð um at Heilsufrøðiliga Starvstovan skuldi kunngera upplýsingarnar á heimasíðu sínari. Men tá Norðlýsið eftirfylgjandi í trimum førum royndi at biðja um innlit gjørdi starvstovan greitt, at kunngerðin kundi bert tulkast soleiðis, at bert upplýsingar frá 2017, tá kunngerðin varð lýst og fram til dagin í dag kunnu kunngerast.
Í dag kom so loksins fyrstu upplýsingarnir út á heimasíðuna hjá starvsstovuni, men sum skilst er talan um ein sera avmarkaðan part av upplýsingum og ikki aftur til 2017 tá Poul Michelsen annars lýsti kunngerðina.
Seinastu árini hevur tað eydnast alivinnuni at avmarkað nýtsluna av evnafrøðiligum evnum munandi.
Áhugavert hevði verið at sæð hvussu stórar nøgdir vóru nýttar í 2013-2012 tá sera stórar nøgdir av evnafrøðiligum evnum vóru nýttar, men um embætisverki fær sín vilja fáa føroyingar ongantíð hesi tøl at síggja.
Tíðindaskriv
Heimasíðan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu almannakunngerð nú nýtslu av heilivági, ið verður brúktur í sambandi við aling av laksi.
Í tíðindaskrivið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni stendur soleiðis skrivað:
Neyvt yvirlit yvir nýtsluna av heilivági í føroysku alivinnuni er nú tøkt á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvstovuni.
Í yvirlitinum sæst, hvat aliøki talan er um, hvør loyvishavarin er, nær og hvussu heilivágurin er latin laksinum, og at enda sæst hvussu stórar nøgdir av heilivági eru.
Privatstarvandi fiskadjóralæknar og privatstarvandi fiskaheilsukandidatar skulu skráseta allar viðkomandi upplýsingar í elektronisku aliskipanini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, tá heilivágur verður latin laksinum.
Yvirlitið á heimasíðuni www.hfs.fo verður dagført so hvørt, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest viðgerðir í elektronisku aliskipanini.
TALGILD SKIPAN
Landstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum avgjørdi í 2017, at upplýsingar um nøgd av laksi, tal av laksalús og heilivágsnýtsla í alivinnuni, skulu verða alment atkomiligur. Hetta var staðfest í kunngerð frá 29. december 2017, og sum fekk virknað 1 januar 2018.
Síðani hevur verið arbeitt við at seta skipanina í verk. Arbeiðið við heilivágsnýtsluni vísti seg at verða drúgvari enn upprunaliga hildið. Tó so, eru partar av almannakunngeðrini hvat tal av laksi og laksalýs sett í verk á www.hfs.fo nakað eftir at kunngerðin var lýst síðst í 2017.
Nú tá nýtslan av heilivági eisini er komin út á www.hfs.fo, eru kunngerðarkrøvini loksins gingin á møti.
Tú finnur yvirlitið á forsíðuni undir "Nøgd av heilivági", ella á hesari slóðini
LES NAKAÐ AV TÍ SUM NORÐLÝSIÐ HEVUR SKRIVAÐ UM HETTA MÁL NIÐANFYRI.
Annars kanst tú leita í savninum.