Lýsing
Lýsing
Lýsing
Joe Biden (t.h) og Kamala Harris (t.v) við teirra hjúnarfeløgum við Lincoln Memorial ígjárkvøldi har tey mintust teirra 400.000 landsmenn, ið eru deyðir av Covid-19. Joe Biden verður svorðin í eið sum forseti í USA kl. 17 í dag

Vaktarskifti í Hvítu Húsunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.01.2021 - 08:31 Leiðarin Politikkur

Tað var ikki við góðum, og heldur ikki við mýkindum, at amerikanski forsetin Donald Trump góðtók valúrslitið til amerikanska forsetavalið í november, og líka síðani hava summi viðhaldsfólk hjá honum, eins og summir republikanarar – tó langt frá allir – at birta uppundir umteljing, nýval í summum statum, umframt at kæra úrslitið í fleiri statum. Nú verður punktum helst sett.

Eitt tað rokmiklasta tíðarskeiðið í amerikonskum politikki í friðartíð er av. Vit skulu helst heilt aftur til Nixon fyri at finna eitt rokmiklari forsetaskeið, og tað var ikki í friðartíð, tí Vietnam-kríggið leikaði á tá. Sjálvt forsetaskeiðið 2016-2020 var annars ikki líka rokaligt sum eftirspælið. Og Donald Trump hevur hóast alt ikki fingið heilt onki frá hondini. Millum annað fekk hann Norðurkorea og Suðurkorea at tosa saman aftur, og tað var annars ikki hvørs mans føri.

Men serliga síðstu tíðina, frá valinum í november 2020 og til nú, hevur fráfarandi forsetin borið seg at á ein hátt, sum ofta hevur verið lítið sømiligur. Hann er heldur ikki heilt uttan ábyrgd fyri hendingina á Capitol Hill tann 6. januar. Hann eggjaði kanska ikki til tað, men hann kveikti neistan til ófriðin, sum seinni fór yvir gevind og hann tók frástøðu frá. Men tá var skaðin longu hendur. Sosialu miðlarnir boykottaðu hann, og politisku mótstøðufólkini og enntá summir republikararnar fóru í holt við at forða honum løgfrøðisliga í nakrantíð at kunna stilla upp aftur.

Vónandi verður ongin ófriður til innsetanina av Joe Biden, men enn er ov tíðliga at siga nakað um tað.

Fólk eru ikki á einum máli um, hvussu væl egnaður Joe Biden er til forsetaembætið. Hann er semjusøkjandi, frísinnaður og vil fegin savna alt USA. Ein tjóð, sum í dag er tvíbýtt. Spennandi verður at fylgja við í, hvussu hann fer at megna ta uppgávuna. Tí sjálvandi skal hann ikki dømast frammanundan, men skal hava høvi til at útinna tað í verki, hann hevur lovað.

Tað slepst ikki undan, at Joe Biden er ein eldri harri, og tí hava summi spátt um, at hann ikki situr forsetavalskeiðið út. 20. november fyllir Joe Biden 78 ár og er harvið tann elsti forsetin í USA nakrantíð. Ljós er tí sett á tað lutfalsliga ungu kvinnuna Kamala Harris, sum verður nevnd sum eitt boð uppá at taka yvir, skuldi Joe Biden lagt frá sær í úrtíð. Higartil er tað bert hent eina ferð, at ein amerikanskur forseti hevur lagt frá sær, og tað var, tá Richard M. Nixon fall í ónáði. Neyvan fer Joe Biden at gera tað sama, uttan at tað verður heilt neyðugt.

Situr Joe Biden alt forsetaskeiðið út, men velur ikki at stilla uppaftur, so verður uttan iva stríðsval um forsetaembætið í 2024. Kamala Harris er ein upplagdur kandidatur eftir at hava verið varaforseti í eitt skeið, meðan hin unga Alexandria Ocasio-Cortez er eitt stjørnuskot á demokratiska leikpallinum. Einasta orsøkin til, at hon ikki stillaði upp á hesum sinni, var aldursmarkið, ið forðar fólki yngri enn 35 ár at stilla upp til forseta.

Republikanararnir sleikja í løtuni sárini, og fyri teir er spurningurin, um teir klára at mobilisera og vinna fólksins álit aftur til 2024. Sum landið liggur í løtuni, er lítið, sum bendir á tað. Demokratarnir mugu avrika óvanliga illa komandi 4 árini fyri at missa tað “momentum”, teir hava í løtuni. Antin tað, ella mugu republikanararnir finna eitt stjørnuskot, ið kann hamla upp við sterku arvtakararnar eftir Biden – um hann væl at merkja ikki stillar upp aftur sjálvur.

Spennandi verður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð